140x140

Oljutangar

Fyri ikki so mongum árum síðani hevði mest sum hvørt húsarhald sín oljutanga, har olja til at hita upp húsini varð goymd. Framvegis hava meginparturin av føroysku húsarhaldunum oljutanga.

Kunngerðin um fyribyrging av dálking frá oljutangum er sett í gildið fyri m.a. at geva kommunum eitt amboð at tryggja, at tangar verða skiftir út áðrenn teir gerast ótættir og fera at leka og dálka umhvørvi.
 

Skráseting av oljutangum

Allar kommunur skulu innan 1. januar 2022 hava skrásett allar oljutangar í kommununi.

Eigarar av oljutangum skulu lata kommunui hesar upplýsingar um oljutangan, í tann mun teir eru tøkir:

1)   Navn og bústað hjá framleiðara.

2)   Tangasnið og tangarúmd.

3)   Framleiðslunummar og framleiðsluár.

4)   Sniðgóðkenningarnummar. (les meira her)

5)   Um tangin hevur ovurfyllingarávaring.

6)   Um rørskipanin er einstreingjað.

7)   Staðseting av tanganum, t.d. í mun til bygning.

8)   Byggialdur á húsinum.

 

Útskifting av oljutangum

Oljutangar hava avmarkaða livitíð og skulu tí skiftast út eftir ávíst áramál, sí §§ 11-13  í kunngerðini, um tíðarfreistir fyri útskifting. Les meira um livitíð hjá oljutangum í vegleiðingi hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, sí høgra bredda.

 

Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo

Oljutangar